Vespusøga og nógv nýggj met.

Søgan um vespurnar� Vespula vulgaris sum nú ikki bert eru í Tórshavn, men eisini í Søldafirði, Sørvági og Sandavági, var helst søgan sum gav størst økingin í prosentum í viku 38/2007. Søgan var á faroenature.net og myndina eigur Janus Hansen frá faroenature.net.

 

grillin.dk mj.fo vfg.fo hagstova.fo hfs.fo styrheim.com og genealogi.fo høvdu allar meira enn 20% framgongd í brúkarum. faroenature.net simprentis.com grillin.dk gartnari.com vfg.fo høvdu allar meira enn 30% framgongd í vitjanum og skipalistin.fo hevði størst framgongd í sýndum síðum. faroenature.net og grillin.dk høvdu eisini meira enn 100% framgongd í sýndum síðum.

 

Tað eru ábendingar um, at fleiri og fleiri nýta heimasíðurnar til kunning, og at fólk leita sær kunning um ymiskt á vevinum. hfs.fo er ein av heimasíðunum, sum verður meira og meira nýtt til kunning um ymiskt, eitt nú um mat. Sjálvsagt er tað nakað við árstíðini, men trýst á hagtølini fyri hfs.fo á vevmátingarlistanum, so sæst stóra broytingin frá somu tíð í fjør. hfs.fo tekur egið met á øllum økum.

 

Annars eru metini mong í viku 38/2007. olivant.fo nummar.fo vikublad.fo

123.fo kjak.fo hfs.fo televarp.fo faroenature.net gulu.fo og gartnari.com taka allar egið met.

 

Clinton-fjølmiðlar koma long í dag, í samband við vitjanina hjá Bill Clinton. Tað verður spennandi at síggja á vevmátingarlistanum fyri komandi vikurnar, hvussu stórur áhugin Clinton vitjanin fer at hava uttanlands, ella um økingar verða av brúkarum uttanlands hjá føroysku heimasíðunum.

 

Vitja vevmátingarlistan og týst á hagtølini fyri ymsiku síðurnar og teigin 'innlendis lutfall'