Vevmátingarlistin bert 1 av 1.000 amboðum í Modernus skipanini.

Flestu føroyingar kenna vevmátingarlistan, ella vevmátingarlistarnar sum liggja á� www.modernus.isolivant.fo nummar.fo nordlysid.fo uf.fo gallup.fo v.m. Tað eru knapt 70 heimasíður sum brúka Modernus skipanina í Føroyum. Hesi hava atgongd til hóp av upplýsingum um hvussu teirra brúkarar nýta teirra heimasíðu.

 

Eisini eru upplýsingar um hvørji leitiamboð verða nýtt Google, Yahoo, Altavista , leitiorð, tøkni, brúkarar og nýtsla, dagligir brúkarar, vikuligir brúkarar, nýggir brúkarar, leiðgreining sum vísur hvussu brúkarin ferðast á heimasíðuni, nær á døgninum og hvar brúkarin kemur frá. Hvussu riggar ein bannari fyri síðuna v.m. Tað sum oftani verður rópt ROI.

 

Jens Pétur Jensen og Einar Bjarni Halldórsson frá Modernus verða í Føroyum 17. og 18. mars 2007, og tá verður høvi at fáa vegleiðing um Modernus skipanina, Svarbox, Varðhundin v.m. Varðhundurin er skipan, sum sigur frá, um heimasíðan er uttan samband.

 

Til tey sum vilja gerast enn betur brúkarar av Modernus skipanunum og tey sum hava áhuga fyri hesum skipanum, vinarliga seti tykkum í samband við Gallup Føroyar telefon 311946, teldupost gallup@gallup.fo ella brúka Svarbox her á heimasíðuni og fáa tíð til eitt prát ein av omanfyri nevndu døgum.

 

Øll eru vælkomin at royna gallup.fo Quiz her á síðuni. Eisini tey sum ikki hava áhuga fyri heimasíðumátingum.