Vevmátingarlistin er dagførdur til viku 12

Vevmátingarlistin er dagførdur til viku 12, men støðan hjá teimum føroysku heimasíðunum sýnist ikki at batna – enn. Í nakrar vikur hava vit upplivað nøkur minni góð tøl á listanum, og tað sýnist, sum tað fer at taka nakað av tíð áðrenn tølini fara upp í skýggini aftur, eins og tey vóru fyri 8 vikum síðani.

Í viku 12 vóru einans tvær síður, sum tóku egið met. Hesar vóru 123.fo og televarp.fo.

123.fo tók egið met í brúkarum og kundi tískil taka seg eitt pláss upp á listanum upp á nr. 9.
Televarp.fo tók harímóti egið met í sýndum síðum. Velur mann at sortera listan eftir sýndum síðum, kann mann síggja televarp.fo standa á 28. plássi í viku 11 og á 25. plássi í viku 12.

Vit halda áfram at fylgja við tølunum á Vevmátingarlistanum.

 

Sí annars fleiri tøl á

 

http://vevmatingarlistin.gallup.fo/new_vev.php