19/05/2008
Vevmátingarlistin er dagførdur til viku 20
Vevmátingarlistin er dagførdur til viku 20, og hesa ferð halda vit fram við at hyggja at, hvussu nógvar heimasíður hava eitt tal av brúkarum á vitjan hvørja viku, hesaferð snýr tað seg tó um “vanligar” vitjanir, eisini kallað “hits”.
Trýstir man á teigin “Vitjanir” á Vevmátingarlistanum, verða hagtølini fyri “hits” sorteraði eftir mongd. Í viku 20 høvdu 30 síður hava fleiri enn 1.000 hits. Í viku 10 vóru 34 síður við fleiri enn 1.000 hits, sum eisini er tað hægsta higartil í ár.
Einasta heimasíðan á Vevmátingarlistanum, sum tók egið met í farnu viku, gjørdist sportal.fo.