Vevmátingarlistin er dagførdur til viku 23

 

Nakrar síður standa meir út fyri viku 23 enn aðrar. Planet.fo átti meir enn 100% framgongd í øllum bólkum, faroephoto.com lá� heilt uppi á um 500% framgongd í øllum bólkum og sms.fo hevði eina framgongd á heili 600% í næstan øllum bólkunum. Trade.fo og� eiði.fo áttu eisini ein framúr flotta framgongd í síðstu viku við í miðal uml. 100% framgongd í øllum bólkum.

Men tað vóru í summum førum ikki neyðugt við hesum stóru tølunum fyri at taka egið met. Umframt faroephoto.com og sms.fo tóku eisini stamps.fo og hotel-runavik.fo egið met.

Les annars meir um allar síðurnar á Vevmátingarlistanum.