Vevmátingarlistin er dagførdur til viku 8.

 

 

Vevmátingarlistin er dagførdur til viku 8, og eins og áður verða síðurnar, sum tóku egið met í farnu viku nevndar.
Aftur hesa vikuna tóku bæði nora.fo og nordfra.fo egið met á einum og fleiri økjum. Aðrar síður, sum hava gingið aftur tær seinastu vikurnar eru m.a. gulu.fo og bil.fo.

Fleiri “yngri” síður eru eisini at finna á Vevmátingarlistanum. Nym.fo tók egið met í vitjanum, faroedating.fo í brúkarum og start.fo reyk beint upp í loft á øllum økjum. Start.fo, sum er tann nýggjasta síðan á Vevmátingarlistanum átti langt yvir 1000% framgongd í bæði brúkarum og sýndum síðum umframt nakað yvir 700% framgongd í vitjanum. Hetta er tann triðja vikan hjá start.fo á Vevmátingarlistanum, og spennandi verður longu nú, um hon fer enn longur upp ella “dykkar” spakuliga niður aftur.

Ein onnur nýggj síða á Vevmátingarlistanum, sum tó ikki er ein “ung” síða er postverk.fo. Heimasíðan hjá Postverki Føroya tók egið met í vitjanum í farnu viku, og eftir at hava verið ein mánað á listanum, eru tølini vorðin nakað “stabilari”. Postverk.fo eigur í dag umleið 500 brúkarar um vikuna.

Aðrar kendar síður, sum tóku egið met eru síðurnar hjá Føroya Tele: televarp.fo, ft.fo og sum áður nevnt gulu.fo.

Trygging.fo og foroyaprent.fo tóku eisini egið met á einum og fleiri økjum.

Hetta er bert ein partur av tí, sum er at finna á Vevmátingarlistanum og teimum føroysku síðunum. Um tú vilt vita meira um hagtølini fyri síðstu viku, so trýst á her.