Vevmátingarlistin er dagførdur til viku 9

 

 

“Ársins dansikvøld í Eclipse” – er heitið á einum tíðindastubba á førandi síðuni hjá náttarlívinum í Føroyum, nevniliga byin.fo. Seinasta vikuskifti hevði eitt tað størsta diskotekið í Føroyum vitjan av fleiri tónleikanøvnum, m.a. tí føroysku Lizzie og einum rappara og plátuvendara hansara, sum eru Keith Murray og DJ Phil

Byin.fo
tók tó ikki egið met í síðstu viku, men áttu eina pena framgongd uppá smá 42% í brúkarum. Vitjanartalið hevur verið nakað óstøðugt seinastu vikurnar, men sýnist nú at koma fyri seg aftur. Byin.fo átti langt yvir 3.000 vitjandi brúkarar í viku 9.


Football.fo
hevði eisini eina pena framgongd í síðstu viku. Tosið um eitt møguligt nýtt fótbóltsstadium og søgan um vinnaran á formansvalinum í FSF, Høgna í Stórustovu, hevur óivað havt sín leiklut í teimum 42,2%, football.fo hevði í framgongd í viku 9.

Eisini lindin.fo tók seg væl fram í viku 9. Tølini fyri viku 8 sóu minni væl út samanborið við undanfarnu vikurnar, og tískil var tað upplagt hjá lindin.fo at reisa seg upp aftur. Síðan hevði faktiskt so stóra framgongd, at hon var við at taka egið met í sýndum síðum.

Hfs.fo
átti somu lagnu sum kristliga útvarpsrásin. Stóra hallið úr viku 8 gav ein serstakliga stóran vøkstur í farnu viku. Heimasíðan hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni átti yvir 400% framgongd í vitjandi brúkarum.

Vika 9 varð nakað merkt av reyðum tølum, og tí var ringt hjá føroysku síðunum at tryggja sær nýtt egið met. Einans televarp.fo og postverk.fo tóku egið met í farnu viku, og tóku tær eisini egið met í somu bólkunum, sýndum síðum og vitjanum. Postverk.fo, sum nú eigur 5 vikur á baki á Vevmátingarlistanum áttu næstan 800 vitjanir í farnu viku.

Reyði listin úr farnu viku verður óivað nakað penari í næstu viku, tá Vevmátingarlistin verður dagførdur til viku 10.
“What goes down, must go up” – Ella var tað hin vegin?