Vevmátingarlistin gerst enn meira áhugaverdur.

 

Fyrsti føroyski vevmátingarlistn varð almannakunngjørdur í viku 05/2005. Tá vóru 21 heimasíður við á føroyska vevmátingarlistanum. Listin fyri farnu viku var fyri viku 24/2007, og tá vóru 68 heimasíður við á føroyska vevmátingarlistanum.

 

olivant.fo sum óivað er elsta heimasíðan, sum er við á føroyska vevmátingarlistanum, hevur verið á fyrsta plássi allar vikurnar frá byrjan av. Ongin onnur føroysk heimasíða hevur megna at givið olivant.fo kapping. Langt frá. Men tað er nokk heldur ikki so løgi, tá olivant.fo er ein rættuliga stór síða og hevur ligið á topp 10 í longri tíð, á North Atlantic List. Í viku 24/2007 var olivant.fo á 8. plássi á North Atlantic List fyri brúkarar.

 

Fyri sýndar síður kemur olivant.fo heilt upp á 4. pláss á North Atlantic List. Bert mbl.is visir.is og eve-online.com� eru frammanfyri olivant.fo, tá talan er um sýndar síður. Soleiðis er olivant.fo helst eisini 4.størsta heimasíðan, sum nýtir Modernus skipanina, sum verður nýtt til vevmátingarnar. Slíkar skipanir máta sýndar síður, sum høvuðs barometur sjálvt um listarnir vanliga verða flokkaðir eftir brúkarum.

 

uf.fo hevur havt støðuga framgongd seinastu vikurnar, og tekur egið met á øllum økjum í farnu viku, bæði tá talan er um brúkarar, vitjanir og sýndar síður. Soleiðis tekur uf.fo 4. pláss á vevmátingarlistanum og er nú frammanfyri nummar.fo sum fer á 5. pláss.

 

Tað er eisini rættuliga hørð kapping um 6. 7. og 8. pláss, tá dimma.fo vikublad.fo nordlysid.fo eru sera javnar í tali av brúkarum. Ávikavist 7.144 7.070 6.806 brúkarar, so her er at kalla ongin munur millum síðurnar.

 

Síðani koma kvinna.fo og byin.fo við 4.724 og 4.586 brúkarum hvør á 9. og 10. plássi. Komandi mánadag verður helst ein nýggj heimasíða við á vevmátingarlistanum. Tað er stórur spenningur hvussu langt hon fer at røkka, tað kann væl vera, at hon tekur kappingina upp við kvinna.fo og byin.fo um 9. og 10. pláss, men tað kann eisini vera, at hon megnar at taka kappingina upp við størru síðurnar dimma.fo vikublad.fo og nordlysid.fo. Men tað fáa vit at síggja mánadagin á middegi á vevmátingarlistanum.