Vevmátingarlistin í viku 7

 

Vevmátingarlistin hjá Gallup Føroyar er nú dagførdur til viku 7, og enn einaferð eru tað fleiri heimasíður, sum taka egið met.

 

Fleiri
eru síðurnar, sum taka egið met á einum ella fleiri økjum. Hesar eru
vinnuvitan.fo, start.fo, nora.fo, bil.fo, lindin.fo , postverk.fo,
nordfra.fo, kikarin.com og kagi.fo

Kagi.fo hevur leingi havt eitt støðugt vitjanartal. Í síðstu
viku tók síðan tó met á øllum trimum økjunum. Síðan átti m.a. hálvt
32.000 sýndar síður í viku 6, og hálvt 34.000 sýndar síður í farnu
viku. 

Kikarin.com, ein síða, sum kanska ikki hevur verið
so nógv frammi í seinastuni, fekk í síðstu viku ein størri
vitjanarskarða enn vanligt. Frá at hava 180 vitjandi brúkarar í viku 6,
hevði síðan heili 348 í síðstu viku. Eisini tók kikarin.com egið met á
hinum báðum økjunum.

 

Tann síðsta síðan eitur nora.fo. Hon
varð “toppskorarin” í farnu viku við tí, at hon tók egið met á øllum
trimum økjunum, og hetta tók hon við eini framgongd upp ímóti 100 % á
øllum trimum økjunum.

 

Tað sýnast at loysa seg at marknaðarføra á netinum…