Vevmátingarlistin við rúkandi ferð. Fleiri nýggj met.

Tað hendir sanniliga nakað á vevmátingarlistanum og á heimasíðunum, sum eru við á listanum. Dimmalætting hevði eina grein um listan og um nakrar av síðunum á listanum. Heimasíðan, sum er ovast á North Atlantic List og íslendska listanum mbl.is, hevði grein um Føroyar, har spurt varð “Eru Føroyar til sølu?” Alt hetta kann vera ein av orsøkunum til, at flestu síðurnar á listanum hava havt stóra øking í viku 08/2007.

 

olivant.fo tekur egið met, bæði við brúkarum og vitjanum og hevði í viku 08/2007 42.304 brúkarar og 374.560 vitjanir, sum er tað sama sum, at hvør brúkari var 8,9 ferðir inni á olivant.fo í farnu viku. nordlysid.fo fekk í viku 7 stóra kapping frá byin.fo. Um tað eru Torradagarnir, sum hava sett ferð aftur á nordlysid.fo ella teir hava gjørt annað fyri at spíla seg út, er ilt at vita, men nordlysid.fo tekur aftur egið met og hevði heilar 8.501 brúkarar, 40.862 vitjanir og 300.433 sýndar síður. Hetta er met hjá nordlysid.fo á øllum økjum. Sum onkuntíð verður sagt, so er nordlysid.fo flúgvandi í løtuni.

 

dimma.fo fer meira hóvliga fram, men hevur lítla øking hvørja viku og er á 7. plássi í viku 08/2007. byin.fo dætt niður á 8. pláss og hevði afturgongd í mun til viku 07/2007. drekin.fo hevði størst øking í prosentum fyri brúkarar við 102,6%. Kapping hevur verið í innróðri í Eysturskúlanum og fleiri enn 200 rógvarar luttóku í Kall-kappingini.

 

simprentis.com ger aftur ein vørr, sum so oftani áður og hevur størst øking í prosentum í sýndum síðum við heili 410,3%. bio.fo hevur aftur flest brúkarar úr Føroyum við 93,1% og styrheim.com hevur bert 2,0% av teirra brúkarum úr Føroyum ella 98% av brúkarunum uttanlands. Somuleiðis tekur trygging.fo eisini egið met bæði við brúkarum og vitjanum.

 

Ítróttar listin tódnar nakað, tá heimasíður sum eb-streymur.fo og hb.fo hava gjørt broytingar á síðunum og ikki� hava� lagt koduna inn aftur á nýggju síðurnar. Ítróttar listin verður meira og meira nýttur eins og hinir listarnir eisini� verða meira og meira nýttir.

 

football.fo er størsta føroyska heimasíðan á ítróttarlistanum við 1.847 brúkarum. Tað ber til at velja ímillum nógvar ymiskar listar sum Fíggjarmarknaður, Tónleika listin, Handlar v.m. simprentis.com leggur seg á 10. pláss býtt á sýndar síður.