Vevmátingarlistin vika 01/2006. vfg.fo 1.075 % framgongd.

Seinasta vikan í árinum hevði nógv reyð tøl, og er tað sjálvsagt ikki nakað hugaligt, men so mikið hugaligari byrjaði 2007 nærum bert við bláum tølum, sum merkir framgongd.

 

vfg.fo hevði framgongd á heili 1.075 % og síður sum nordfra.fo faroenature.net ahr.fo intrum.fo høvdu allar meira enn 100 % framgongd.

 

vfg.fo hevði eisini størst framgongd bæði í tali á vitjandi og sýndum síðum.

 

lindin.fo byrjar árið sera væl við egnum meti við 412 brúkarum. Sama ger bio.fo, sum tekur so rudduliga egið met við 1.462 brúkarum. vinnuvitan.fo tekur eisini egið met við 866 brúkarum.

 

televarp.fo hevur næst flest brúkarar síðani televarp.fo kom við á vevmátingarlistan. kaupthing.fo hevur 4. flest brúkarar síðan kaupthing.fo kom við á vevmátingarlistan. forum.fo 3. mest brúkarar síðani forum.fo kom við á listan. ask.fo byrjar eisini árið stak væl við 183 brúkarum.

 

Hørð kapping er millum nordlysid.fo og dimma.fo og vóru bert 39 brúkarar á muni millum síðurnar fyrstu vikuna av árinum. Tá talan er um topp 10 listan fyri brúkarar, so er hørð kapping um 10. pláss, tá ssl.fo kall.fo 123.fo ft.fo allar hava millum 2.123 og 2.649 brúkarar og hava áhuga fyri 10. plássi. Topp 10 listin verður prentaður í Dimmalætting hvønn mikudag og er eisini á www.gallup.fo Topp 10 listarnir á www.gallup.fo skifta ímillum brúkarar, vitjanir og sýndar síður og eisini ímillum ymisku listarnar.

 

Trýst á hagtølini fyri ymisku síðurnar, eitt nú undir brúkarar, so sæst munurin á fyrstu vikuni í 2006 og 2007. Taka vit olivant.fo sum dømi, so hevði olivant.fo 30078 brúkarar fyrstu vikuna av 2006 og heilar 38954 brúkarar fyrstu vikuna av 2007 ella 8876 brúkarar fleiri. Tað er ein rættuliga pen framgongd.