Vevmátingarlistin vika 04/2007.

 

faroenature.net stjørnuskotið í viku 04/2006.

 

Hóast stóra planet.fo tiltakið í vikuskiftinum, so er tað faroenature.net sum er stóra stjørnuskotið í viku 04/2007. Síðan hevur framgongd við 677,7 % í brúkarum og er uppi á 1.462 brúkarum. Óivað er tað leinkja til eina ella aðra mynd e.l. sum er orsøkin til stóru framgongdina, men áhugavert er, at síðan hevur havt 1.663 vitjanir. Oftani tá leinkjur liggja til myndir v.m. so koma brúkararnir bert inn eina ferð hvør, men fleiri eru komnir aftur á faroenature.net .

 

sportal.fo tekur egið met og hevði heilar 14.144 brúkarar í viku 04/2007. planet.fo hevur rættuliga stóra framgongd við 44,2% og kom heilt upp á 14.013 brúkarar. olivant.fo heldur seg beint undir 42.000 brúkarum.

 

vikublad.fo hevði framgongd við 13,5%, møguliga tað er søgan við yvirskriftini Hans Fróði til borðs við Pamelu Anderson. Pamela Anderson hevur onkuntíð verið leitiorð sum hevur verið nógv nýtt og leitt nógvar brúkarar til eina heimasíðu. Myndirnar frá tiltakinum “Ársins Handil Gallaveitsla” hevur nokk eisini ávirkan.

 

kall.fo hevur lagt seg á 10. pláss við 3.151 brúkarum og framgongd við 10,2 %. intrum.fo hevði stóra framgongd við 590,2% og tekur egið met við 421 brúkarum.

 

 

Síður við meira enn 10% framgongd í brúkarum eru: faroenature.net intrum.fo planet.fo drekin.fo forum.fo hotelforoyar.fo privat.fo sportal.fo synergi.fo vikublad.fo nr.fo kall.fo

 

 

simprentis.com hevur størst framgongd við sýndum síðum við 1.220%. styrheim.com hevur størst útflutning, tá styrheim.com bert hevur 1,7% av brúkarunum úr Føroyum. bio.fo hevur flest brúkarar her heima, tá 93,3% av brúkarunum hjá bio.fo eru úr Føroyum.