Vevmátingarlistin vika 09/2007.

olivant.fo er ikki at steðgað, og er nú heilt uppi á 42.774 brúkarum í viku 09/2007. olivant.fo tekur egið met, bæði í brúkarum og vitjanum. uf.fo megnar akkurat ikki at taka egið met, men kurvan við brúkarum og vitjanum gongur rætta vegin og sær rættuliga pen út. vikublad.fo sum er nummar 8. á vevmátingarlistanum hevur eisini eina rættuliga vakra kurvu, sum gongur uppeftir. ssl.fo er nummar 11 á vevmátingarlistanum og tekur egið met, bæði við brúkarum og vitjanum. nr.fo er á 18. plássi og tekur egið met við brúkarum. bil.fo er á 19. plássi og tekur somuleiðis� eisini egið met.

 

Tað hevur verið áhugavert at fylgt starv.fo á vevmátingarlistanum. Marknaðarføringin av starv.fo var eftir føroyskum mátistokki, rættuliga intensiv og kom starv.fo beinleiðis inn á 10. pláss í viku 03/2007. síðani er starv.fo bert farin niður eftir listanum, og tølini fyri brúkarar, vitjanir og sýndar síður eru øll minkaði hvørja viku. Nú sær út til, at botnurin er náddur og starv.fo hevur øking bæði við brúkarum, vitjanum og sýndum síðum í farnu viku. Nú verður spennandi at síggja, hvussu gongdin verður framyvir.

 

lm.fo ger eitt ordans hál, og tekur egið met so rudduliga bæði við brúkarum og vitjanum. Øking við 97,8%, tá talan er um brúkarar.

 

keldan.fo hevur rættuliga vakra kurvu, og øking hvørja viku og hevði í farnu viku 322 brúkarar. kassi.fo hevur eisini ógvuliga vakra kurvu, bæði við brúkarum og vitjanum. (Trýst á tølini fyri brúkarar, vitjanir og sýndar síður, fyri at síggja grafarnar).

 

pizza67.fo hevur hægst innlendis lutfall við 92,7% og styrheim.com lægst, bert við 0,8%. Tvs., at 99,2% av brúkarunum hjá styrheim.com eru� uttanlands.

 

Áhugin fyri vevmátingarlistanum er vaksandi í Føroyum, og 17. 18. og 19. mars verða Jens Pétur Jensen og Einar Bjarni Halldórsson frá Modernus í Føroyum, og tá verður høvi at fáa vegleiðing um Modernus skipanina, Svarbox, Varðhundin v.m. Varðhundurin er skipan, sum sigur frá, um heimasíðan er uttan samband.

 

Tey, sum ynskja at hitta Jens Pétur Jensen og Einar Bjarna Halldórsson frá Modernus, verða biðin at venda sær til Gallup Føroyar á telefon 311946, gallup@gallup.fo ella Svarbox, her á síðuni.

 

Tað kann vera alt frá hjálp við at leggja Modernus koduna á heimasíðuna, læra at nýta ymisku skipanirnar, ella bert til eitt prát.

 

Vevmátingarlistin, sum øll hava atgongd til á www.gallup.fo hevur nógvar ymiskar hentleikar, sum øll kunnu nýta og hagtalsskipananin, sum eigararnir av ymisku síðunum hava atgongd til, hevur óendaligar møguleikar. Avgjørt eitt amboð til tey, sum ynskja at menna sína heimasíðu og nýta heimasíðuna enn meira. Heimasíðan er hent amboð til kunning og marknaðarføring ella til beinleiðis sølu, men fyri at fáa sum mest burtur úr, krevjast góð hagtøl.