Vevmátingarlistin vika 2/2007. Rembingar á listanum.

olivant.fo setur bæði egið met og Føroyskt met, nú olivant.fo hevði 41.348 brúkarar í viku 2/2007. nummar.fo tekur eisini egið met við 11.034 brúkarum og sama ger gulu.fo.

 

Tað gongur annars væl hjá tíðindasíðunum á listanum. uf.fo nordlysid.fo dimma.fo 

vikublad.fo kvinna.fo 123.fo hava allar framgongd og eru allar á Topp 10 listanum sum verður prentaður í Dimmalætting hvønn mikudag.

 

nordlysid.fo tekur egið met við 6.044 brúkarum í viku 2/2007. Góð byrjan uppá 2007, má sigast.

 

vinnuvitan.fo vil eisini sleppa uppípart og tekur eisini egið met og manglaði bert 2 brúkarar í at koma uppá 1.000 brúkarar ella hevði 998 brúkarar í viku 2/2007. og er nú á 20 plássi á vevmátingarlistanum.

 

Áhugin fyri 10. plássi á vevmátingarlistanum tykist at vera stórur, tá kall.fo ssl.fo 

ft.fo knassi.fo eru í harðari kapping við 123.fo sum hevur 10. pláss í viku 2/2007.

 

simprentis.com er ein síða sum tykist á dáma væl stór prosent tøl og hevði síðan eina prosent framgongd í sýndum síðum uppá 9.000,6 %.