Vevmátingarlistin Vika 28

Ongin ivi kann vera um, at oyggjaleikirnir eru av,� tá hugt verður at tølunum hjá uf.fo. seinastu vikuna, hóast tey framvegis eru lutfalsliga høg.

Størstu lutfalsligu økingina hesa vikuna eigur intrum.fo, sum so dyggiliga hevur sligið síni egnu met á øllum trimum økjunum.

Men í hølunum á Intrum er� faronature.net, ið� eisini hevur havt eina kanón viku, óivað� takkað verið bývákinum, ið var sæddur í Havn í farnu viku,�

umframt øssvarta lóminum,Øssvartur lómur ið var sæddur á Sandsvatni – somuleiðis í farnu viku.�

Men harafturat er útsjóndin á síðuni eisini broytt til tað betra, og tað kann eisini hava gjørt sína ávirkan galdandi.

 

 

 

Av teimum síðunum, ið hava omanfyri 1000 brúkarar hevur vinnuvitan.fo havt lutfalsliga størst framgongd innan brúkarar í farnu viku. Men eivor.com. er væl við, og hevur� gjørt eitt lop frameftir, nú nýggja fløgan hjá Eivør, Mannabarn, sum mong� óivað hava glett seg til, kemur� á gøtuna� í morgin, 18. juni� �