Vevmátingarlistin vika 29-2008

 

Vevmátingarlistin er dagførdur til viku 29, og eitt fitt tal av síðum tóku egið met hesaferð.

Tann, sum tók egið met í brúkarum gjørdist floghavn.fo; í vitjanum hotel-runavik.fo og nordfra.fo; og í sýndum síðum tók dimma.fo seg fram um tað gamla metið. Einasta síðan, sum í farnu viku tók egið met á øllum økjunum, gjørdist bitland.fo, sum tók seg væl fram um tey gomlu metini.

Fleiri hagtøl eru at finna á Vevmátingarlistanum.