Vevmátingarlistin vika 30-2008


Ólavsøkurøðan stendur á gáttini og vikuligi tíðindastubbin frá Vevmátingarlistanum setur seg á netið.

Hesuferð var tað eiði.com, sum tók egið met í sýndum síðum – tað var ein framgongd á 237,5%.
Floghavn.fo tók egið met í vitjanum, sum var ein framgongd á 24,7%, og nordfra.fo tók egið met í øllum trimu bólkunum. Ein framgongd á yvir 50% í øllum bólkunum.

Talið á síðum á listanum, sum hava fleir enn 1000 vitjandi um vikuna, er nú komið upp á 28.

Gallup Føroyar ynskir øllum sínum viðskiftafólki eina góða ólavsøku.