Vevmátingarlistin vika 48/2006.

Tað hendir sanniliga nakað á vevmátingarlistianum og við síðunum sum eru við á listanum. forum.fo hevði framgongd við 100,8 % og kom upp á 243 brúkarar sum er met hjá forum.fo. intrum.fo tekur eisini egið met við 78 brúkarum og 50 % framgongd. kikarin.com hevði 218 brúkarar og 44,4 % framgongd. vikublad.fo hevði framgongd við 35,2 % og setur egið met so rudduliga við 4.287 brúkarum. privat.fo hevur framgongd við 23,0 %. trade.fo við 22 % og ft.fo 17,8 % framgongd.

 

 vinnuvitan.fo heldur áfram við at taka egið met og er nú komin upp á 786 brúkarar í viku 48/2006. vinnuvitan.fo hevur rættuliga støðuga framgongd og verður áhugavert at síggja um síðan megnar at halda áfram við jaligu gongdini.

 

 uf.fo og dimma.fo sum liggja ávikavist á 5. og 6. plássi á vevmátingarlistanum hava báðar framgongd av brúkarum.

 

 lm.fo hevur øking uppá 52,5 % tá talan er um vitjanir, uttan at hava framgongd tá talan er um brúkarar og er tað tekin um, at síðan verður meira og meira nýtt av teirra brúkarum.

 

 synergi.fo hevur størst framgongd tá talan er um sýndar síður, ella 172,5 %. Tekin um, at teirra brúkarar fara rættuliga víða um á síðuni.

 

 Sum sæst, so hava nýggju tíðindasíðurnar ella portalarnir, forum.fo kikarin.com vikublad.fo og vinnuvitan.fo rættuliga jaliga gongd og verður spennandi at fylgja hesum síðum á vevmátingarlistanum framyvir.

 

 Far inn á tíðindalistan á gallup.fo, hann byrjar at gerast spennandi.