Vika 03/2009 dagførd á vevmátingarlistanum.

Tað er verulig gongd á vevmátingarlistanum. olivant.fo tekur enn einaferð egið met við 59.922 brúkarum og 598.787 vitjanum. Tað sær út til, at olivant.fo hevur nátt eitt loft og hevur ilt við at koma uppum 60.000 brúkarar og 600.000 vitjanir. (Hygg eftir hagtølunum fyri olivant.fo á vevmátingarlistanum). Livst, so spyrst, tað verður møguliga ikki so leingi.

planet.fo tekur eisini egið met við 19.968 brúkarum.

 

faroedating.fo hevur so rudduliga tikið egið met á øllum økjum. 171,9% upp í brúkarum og 3.184 brúkarar og tekur soleiðis 8. pláss á vevmátingarlistanum. starv.fo var bert 2 brúkarar frá gamla meti teirra við 1.780 brúkarum. mission.fo tekur egið met við 1.979 vitjanum.