Vika 13/2009 dagførd á vevmátingarlistanum.

Helst er tað Linda og X-Factor, sum hava hálað planet.fo uppá 28.201 brúkarar, 77.954 vitjanir og 182.558 sýndar síður og planet.fo tekur soleiðis øll egið met í viku 13/2009.

 

starv.fo er á 11. plássi og tekur enn einaferð egið met við 1.929 brúkarum.

 

mess.fo er nýggj síða á vevmátingarlistanum og kemur drønandi inn á 14. pláss við 1.578 brúkarum, 2.766 vitjanum og 10.875 syndum síðum. Trýst á mess.fo fyri at vita hvat hetta er fyri síða.

 

synergi.fo hevur eisini eina rættuliga góða viku og kemur heilt upp á 15. pláss� við 1.427 brúkarum. Um tað er “Festliga damucruisin við Norrønu” ella annað av mongu tiltøkunum synergi.fo skipar fyri, er ilt at meta um. Prosent økingarnar eru í øllum førum stórar.

 

Til lukku Linda!