Vika 14/2009 dagførd á vevmátingarlistanum.

mission.fo hevur stóra øking á øllum økjum, viku 14/2009, vikuna áðrenn dymbildagaviku ella stillu viku, sum hon eisini verður rópt. mission.fo hevði 43.508 sýndar síður, sum er rudduligt met hjá mission.fo.

 

Har hendir nógv inni á mission.fo. Lutaseðlar fyri Føroysku Sjómansmissiónina eru drignir, barnagarðsvitjanir hava verið í Nesvík, skrivað er um skeiðið� “out of the comfort zone” og nógvar myndir eru í myndasavninum.

 

gransking.fo hvur eisini havt eina rimmar viku, við egnum metum bæði í brúkarum og vitjandi. Á gransking.fo hevur eitt nú verið kapping um at tekna ein granskara.

 

Vit ynskja øllum� gleðiligar páskir. Vevmátingarlistin fyri viku 15/2009 verður dagfrødur týsdagin 14. apríl 2009.