Vika 16/2009 dagførd á vevmátingarlistanum

trygging.fo egið met við brúkarum og kom uppá 1.950 brúkarar í viku 16/2009. Ein orsøk kann vera U-dagur, sum Tryggingarfelagið Føroyar hevur lýst við. Sí http://www.u-dagur.fo/

 

betri.fo kemur upp á 16. pláss á vevmátingarlistanum og tekur so rudduliga egið met á øllum økjum, bæði tá talan er um brúkarar, vitjanir og sýndar síður. Her er tað óivað eisini Ú-dagurin, sum er ein orsøk.

 

Flestu síður á vevmátingarlistanum hava øking í viku 16/2009.