Vika 18/2009 dagførd á vevmátingarlistanum

Hóast minking í brúkarum tekur starv.fo enn einaferð egið met í brúkarum. Hvør brúkari� var gott 3 ferðir inni á� starv.fo í farnu viku ella viku 18/2009.

 

www.nym.fo var aftur uppá spæl í farnu viku og sendi gallup.fo upp á 14. pláss á vevmátingarlistanum. Tað hevur stóra ávirkan á vevmátingarlistan, tá www.nym.fo leggur leinkju til ymiskar síður.

 

Leygardagin 2. mai 2009 var lív í SMS, ikki bert í húsinum “Ein býlingur í Havn”, men eisini á heimasíðuni sms.fo, sum fór upp við 43,5% í sýndum síðum.

 

Sigast kann, at tað gongur betri hjá betri.fo, sum enn einaferð tekur egið met á øllum økjum og er á 18. plássi á vevmátingarlistanum.

 

autoservice.fo er bert ein brúkara frá egnum meti við 700 brúkarum.

 

lava.fo tekur egið met við sýndum síðum.

 

Trýst á listan