Vika 19/2009 dagførd á vevmátingarlistanum.

antares.fo tekur egið met í sýndum síðum í viku 19/2009. Tað hendir nógv á vevmátingarlistanum. Ella rættari á heimasíðunum, sum eru við á vevmátingarlistanum. nordlysid.fo tekur ikki nakað egið met, men nordlysid.fo hevur framgongd á øllum økjum. Gongdin hjá nordlysid.fo hevur verið góð seinastu vikurnar.

 

kagi.fo á 15. plássi hevur eisini havt sera áhugaverda gongd, seinastu vikurnar. Sama ger faroedating.fo, sum hevði næstmest nakrantíð við sýndum síðum. Tað gongur betri og betri hjá betri.fo. Trýst á hagtølini hjá betri.fo fyri at síggja gongdina.

 

mission.fo er á 20. plássi og hevði eina framúr góða viku. Annars skrivar kringvarp.fo at tað hava bert verið 36 bústaðarhandlar fyrsta ársfjóring. Tað sæst ikki aftur í tølunum hjá heimasíðuni� husamekling.fo, sum hevur eina sera jaliga gongd. hvonn.fo hevur eina rættuliga jaliga gongd á vevmátingarlistanum.