08/06/2009
Vika 23/2009 dagførd á vevmátingarlistanum.
football.fo hevði egið met við 49.247 syndum síðum í viku 23/2009. Tað hevur verið ein hendingarrík vika hjá FSF, sum so oftani. Midnáttarfótbóltur, U-21 landsdystur Føroyar-Rumenia, sum rumenar vunnu 4-0, og so er tað A landsdysturin í HM 2010 undankappingini millum Føroyar og Serbia, sum verður mikukvøldið 10. juni 2009.
Sendining “Summarmorgun” er aftur á skránni í Útvarpinum hjá Kringvarpinum við eitt nú myndakapping og tað sæst aftur á kringvarp.fo.
mission.fo og keldan.fo hava báðar rættuliga stóra framgongd.
vfg.fo hevur fingið nýggja heimasíðu.
Á íslendska vevmátingarlistanum hendir eisini nógv. skoost.com, sum íslendski Barcelona fótbóltsleikarin Eidur Gudjohnsen er eigari av, kolveltir íslendska vevmátingarlistan og kemur beinleiðis inn á 1. pláss. skoost.com sær út til av verða nýggja “dillan”.