Vika 24/2009 var sera áhugaverd á vevmátingarlistanum.

Vika 24/2009 var sera áhugaverd á vevmátingarlistanum.

 

Aftaná vikur við reyðum tølum á vevmátingarlistanum koma vikur ella vika við bláðum tølum. Men at vikua 24/2009, nú vit nærkast longsta degi, skuldi hava so nógv nýggj met er áhugavert. Vika 24 hevur óivað verið hendingarík. Fleiri landsdystir hava verið. U21 fótbóltslandsliðið vann 1-0 á Ruslandi, sum var sætt bragd. A landsliðið tapti tepurt 0-2 móti Serbia. Føroyska manshandbóltslandsliðið hevur spælt bæði móti Ruslandi og Italia og flogbóltskvinnulandsliðið hevur spælt móti donsku kvinnunum. Finanalan hjá unglingunum í fótbólti hevur verið millum EB/Streym og B36, sum B36 vann 3-0. Óivað nakað, sum hevur fingið føroyingar, bæði heima og uttanlands til telduna og føroysku heimasíðurnar.

 

Skiftið hjá Christiano Ronaldo frá Manchester United til Real Madrid, hevur óivað eisini havt stóran áhuga, eins og H1N1 virusi, øll tiltøkini í Føroyum v.m.

 

Spenningur hevur leingið verið um nær ella um portal.fo fór at náa 60.000 brúkar. Tað kom so nú og portal.fo hevði 60.054 brúkarar í viku 24/2009. kringvarp.fo tekur eisini egið met við 18.620 brúkarum og kemur upp á 3. pláss á føroyska vevmátingarlistanum og tekur eisini egið met við vitjanum. kringvarp.fo hevur meira enn 4.000 brúkar fleiri í ár, enn somu viku í fjør.

 

football.fo tekur egið met við 50.364 sýndum síðum. nr.fo, sum er á 12. plássi, tekur eisini egið met við 2.033 brúkarum. starv.fo er á 13. plássi og tekur egið met á øllum økjum. Sama ger sandportal.fo, sum tó ikki hevur so drúgva søgu á vevmátingarlistanum. postverk.fo hevði eisini eina rimmar viku, hóast onki nýtt met. sev.fo tók egið met við sýndum síðum.

 

Ein sera áhugaverd vika á føroyska vevmátingarlistanum.