Vika 25/2009 dagførd á vevmátingarlistanum.

Longsti dagur er farin afturum og vika 25/2009 er dagførd á vevmátingarlistanum.

 

Hóast lítla afturgongd, so tekur kringvarp.fo 2. pláss á føroyska vevmátingarlistanum. Myndakappingin á kringvarp.fo sær út til at roynast væl og gevur kringvarp.fo nýtt met við 70.693 vitjanum.

 

sandportal.fo spílar seg út og tekur egið met á øllum økjum. sandportal.fo er á 14. plássi á vevmátingarlistanum.

 

eb-streymur.fo hevur stóra framgongd í prosentum. Teir vunnu stevnudystin móti NSÌ 2-1 og hava júst havt lutakast í Champions League www.dimma.fo skrivar, “Keðiligt lutakast hjá greipuvinnarunum”. og heldur fram “Mótstðuliðið hjá EB/Streymi verður kypriotiska Apoel Nicosia, sum má metast sum eitt ógvuliga trupoult mótstøðulið”

 

barnalund.com er nýggj á vevmátingarlistanum og kemur inn á 45. pláss. vfg.fo hevur fingið nýggja heimasíðu og tekur so dundrandi egið met við 760 sýndum síðum.

Shim
 
Shim