Vika 29/2009 dagførd á vevmátingarlistanum.

Føroysku festivalarnir geva óivað nógva ferðslu á føroysku heimasíðunum. Helst eru tað myndirnar, sum hava stóran áhuga millum manna. 3.860.091 sýndar síður hevði portal.fo í farnu viku, ella viku 29/2009. Tað er nýtt føroyskt met í sýndum síðum. Tað er ikki so langt síðani portal.fo eisini sett nýtt føroyskt met við meira enn 60.000 brúkarum.

 

Men aðrar síður á vevmátingarlistanum gera eisini um seg. mess.fo er á 9. plássi á føroyska vevmátingarlistanum og tekur so rudduliga egið met á øllum økjum, bæði brúkarum, vitjanum og sýndum síðum.

 

eb-streymur.fo kom upp á 18. pláss og hevði stóra framgongd á øllum økjum. Hav í huga, at bert 38,5 av brúkarunum eru úr Føroyum, so áhugin er uttanlands í sambandi við dystin á Cyprus.

 

barnalund.com hevur góðan byr í seglunum og kemur drønandi upp eftir listanum og tekur egið met á øllum økjum.

 

At tað gevur nakað at dagføra heimasíðuna er antares.fo gott dømi um. Men tað sær út til at myndirnar eru tær, sum draga mest til føroysku heimasíðurnar. Festivalurin við Múrin royndist væl og er spennandi hvussu hinir festivalarnir fara at roynast.