Vika 30/2009 dagførd á vevmátingarlistanum.

portal.fo hevur fingið nýggja heimasíðu. Tað er helst ein orsøk til, at gulu.fo hava sett egið met á øllum økjum. gulu.fo kemur upp á 13. pláss á føroyska vevmátingarlistanum. Á 9. plássi er mess.fo sum uttan at taka seg longur upp eftir listanum eisini tekur egið met á øllum økjum.

 

nr.fo tekur eisini egið met á øllum økjum og tekur 15. pláss á føroyska vevmátingarlistanum. Hotellini, Hotel Hafnia og Hotel Føroyar, síggja eisini út til at hava nógvar vitjanir á heimasíðunum í hesum døgum upp undir Ólavsøkuna.

 

Vit ynskja portal.fo til lukku við nýggju heimasíðuni.