Vika 31/2008 er nú dagførd.

Sjálvsagt eru tað ikki bert met á vevmátingarlistanum og sjálvsagt eru tað vikur við afturgongd fyri ymisku síðurnar. Farna vika er ein av hesum vikunum.

 

Tó eru glottar at hóma. Flestu av teimum stóru síðunum, hava munandi størri ferðslu nú, í mun til somu tíð í fjør. Her nøkur dømi:

 

olivant.fo hevur gott 6.000 fleiri brúkarar í viku 31/2008 enn viku 31/2007. dimma.fo hevur gott 3.500 fleiri brúkarar enn somu tíð í fjør. 123.fo hevur veruliga duga at fáa brúkaran at ferðast á síðuni 123.fo. Trýst á eitt á hagtølunum fyri einstakar síður og hagtøl koma fram fyri longri tíðarskeið. 123.fo er farið úr 25.646 sýndum síðum í viku 31 í fjør til 109.163 sýndar síður í viku 31 í ár.

 

Hetta gevur øktar møguleikar fyri lýsararnar, og sjálvsagt eisini øktar møguleikar fyri heimasíðurnar, at fáa lýsingarinntøkur.