Vika 31/2009 daførd á vevmátingarlistanum.

Rættuliga mong hava summarfrí hesar vikurnar rundanum Ólavsøku og tað sæst aftur á vevmátingarlistanum. Áhugin fyri føroysku heimasíðunum er sum heild lítil, ella væl minni enn hann plagar at vera. Føroysku heimasíðurnar verða møguliga heldur ikki dagførdar eins oftani og gevur tað eisini minni áhuga hjá brúkarunum. Tá skúlarnir byrja aftur og fólk fara aftur til arbeiðis verða síðurnar helst oftari dagfødar og lív kemur íaftur.