Vika 33/2008 er nú dagførd.

Tað er veruligt lív á vevmátingarlistanum. Eitt met fyri og annað eftir. Møguliga eisini tíð tað hendir nógv í hesum døgum. OL er í Beijing og Katrin Olsen er fyrsti føroyingar nakrantíð við til� OL. Baldrut hevur verið á Føroya Løgtingi, Sjómannadagar í Klaksvík og nógv annað.

 

sportal.fo er á 2. plássi á vevmátingarlistanum og tók egið met við sýndum síðum. uf.fo er á 3. plássi og tók egið met við vitjanum. Tað sigur okkum, at brúkararnir hjá uf.fo koma oftari og oftari inn á uf.fo

uf.fo hevur eisini havt myndakapping.

 

Á 5. plássi er dimma.fo. dimma.fo er ein sólskinssøga á vevmátingarlistanum. dimma.fo tók egið met við 266.086 sýndum síðum. Tað er 186.337 sýndar síður meira enn somu tíð í fjør. dimma.fo er á 32. plássi á North Atlantic List.

 

Á 9. plássi kemur ein onnur sólskinssøga á vevmátingarlistanum 123.fo. 123.fo tekur egið met, bæði við vitjanum og sýndum síðum. 123.fo hevði 15.175 vitjanir, sum er 6.323 fleiri vitjanir enn í viku 33/2007. 123.fo hevði 142.832 sýndar síður, sum er rættuliga stór framgongd.

 

Far inn á www.gallup.fo trýst á “Vevátingar” og vel ein lista. eitt nú “Føroyska”, trýst á eitt av hagtølunum út fyri 123.fo og gongdin fyri longri tíðarskeið kemur fram.

 

kjak.fo er á 11. plássi og hagtølini fyri kjak.fo skuldu kunna sagt nakað um áhugan fyri at kjakast um ymisk evni. Eftir hagtølunum fyri kjak.fo so var kjakið í hæddini um jóltíðir og um 3.000 brúkarar hava verið á kjak.fo seinastu vikurnar. Tó sær út til, at vitjanir og sýndar síður veksur, ella brúkararnir koma oftari og oftari inn og brúka fleiri síður.

 

stoffskifti.com er nýggj á vevmátingarlistanum.