Vika 35/2009 dagførd á vevmátingarlistanum.

www.portal.fo tók enneinaferð egið met og er nú heilt uppi á 61.641 brúkarum í viku 35/2009. Eisini søguligt føroyskt met.

 

Annars eru tað síður sum, www.faroenature.net, www.vfg.fo, www.framtak.fo, www.provita.fo , www.nora.fo, www.ask.fo www.skipalistin.fo www.barnalund.com, www.sev.fo, www.simprentis.com, www.eb-streymur.fo, www.hagstova.fo og stamps.fo, sum hava stóra framgongd í prosentum.

 

www.faroenature.net hevur fingið nýggja heimasíðu, men tað er neyvan einasta orsøk til stóru framgongdina. Vit hava sæð hetta áður á vevmátingarlistanum, at heimasíður støkka uppeftir listanum, tá er tað oftani stórar síður við nógvum brúkarum, sum hava lagt eina leinkju til eina mynd ella søgu. Soleiðis er helst eisini hesaferð hjá www.faroenature.net. 229933,3% øking í sýndum síðum. Innlendis lutfall var bert 10,1% hjá www.faroenature.net, so tað er heilst útlensk síða, sum hevur lagt leinkju til www.faroenature.net

 

www.vfg.fo ger eisini eitt ordans hál, serliga við sýndum síðum har www.vfg.fo hevur rudduligt egið met.