Vika 36/2009 dagførd á vevmátingarlistanum.

portal.fo tekur enneinaferð egið met við 62.036 brúkarum. Hendan gongdin hjá portal.fo er sera áhugaverd. Fleiri og fleiri hava atgongd til internet heima, tá talið av húskjum í Føroyum, sum hava internet helst er omanfyri 85%. Tað eru eisini fleiri og fleiri, sum hava internet á fartelefonini og helst eru fleiri enn vanligt farin uttanlands at lesa nú eftir summarfrítíðina, hesi verða eisini nýggir brúkarar.

 

starv.fo tekur eisini enneinaferð egið met við 2.257 brúkarum, um hetta kann samanberast við portal.fo ella tað er vaksandi arbeiðsloysið, sum er orsøkin, er ilt at siga.

 

sandportal.fo tekur egið met við brúkarum, ella sandportal.fo dugur betur at fáa hvønn brúkara innaftur á sandportal.fo.

 

vev.fo hevur eisini eina samlaða øking seinastu vikurnar á vevmátingarlistanum eins og vfg.fo og framtak.fo eisini hava tað.