Vika 37/2009 dagførd á vevmátingarlistanum.

Fólkatalið er á fyrsta sinni farið upp um 49.000 hetta skrivar hagstova.fo á heimasíðu sini. hagstova.fo er á 31. plássi á føroyska vevmátingarlistanum við 448 brúkarum.

 

Tað at fólkatalið í Føroyum ongantíð hevur verið so høgt áður og tey, sum hava internet ella breiðband heima við hús, gerast fleiri og fleiri, er helst ein orsøk til at portal.fo enneinaferð tekur bæði egið og føroyskt met í brúkarum. Nú hevur portal.fo 63.656 brúkarar. 70,8% av brúkarunum eru úr Føroyum.

 

sandportal.fo tekur eisini so rudduliga egið met á øllum økjum, bæði við brúkarum, vitjanum og sýndum síðum. sev.fo tekur eisini egið met, bæði við brúkarum og vitjanum. Annars hevur synergi.fo ein rættuliga fittan prosent vøkstur. 113,6% í brúkarum, 104,7% í vitjanum og 101,8% í sýndum síðum. trygging.fo tekur egið met í sýndum síðum.