Vika 38/2009 dagførd á vevmátingarlistanum.

trygging.fo er á 14. plássi og tekur enn einaferð egið met við 14.326 sýndum síðum. starv.fo er á 16. plássi og tekur egið met við 6.650 vitjanum, ella hvør brúkari var gott 3 ferðir inni á starv.fo í viku 38/2009.

 

synergi.fo er á 19. plássi. Í viku 37/2009 hevði synergi.fo rættuliga stóra prosent øking frá viku 36/2009 og synergi.fo hevur aftur stóra øking í farnu viku. Vika 38/2009 var ein av heilt stóru vikunum hjá synergi.fo, sum eisini hevur nógvar aktivitetir á heimasíðuni synergi.fo.

 

hotelforoyar.fo tekur eisini eitt ordans hál og er á 24. plássi. Møguliga eru tað jólaborðhaldini, sum hava áhuga nú.

 

Tað hevur verið nógv at hoyrt um ask.fo og vika 38/2009 var ein av heilt góðu vikunum hjá ask.fo, sum er á 35. plássi á vevmátingarlistanum.