Vika 39/2009 dagførd á vevmátingarlistanum.

Vevmátingarlistin er ein spegilsmynd av tí, sum hendir í føroyska samfelagnum, sigur onkur. Tað er nokk nakað um tað.

 

portal.fo og starv.fo taka enn einaferð egin met, portal.fo skrivar um arbeiðsloysið, sum vaks í august. Sí leinkju ella á hagstova.fo undir leinkjuni

 

Tað, sum helst hevur størst áhuga júst nú eru jólaborðhaldini í 2009. hotelforoyar.fo kemur drønandi upp á 17. pláss á vevmátingarlistanum og egið met. Helst er tað “jólafestivalur 09”, sum er ein av orsøkunum. Sí leinkju

 

sev.fo skrivar um “ovurhonds stórar møguleikar í alduorku” og um elbilaætlanir. Hetta gevur eisini sev.fo met á 29. plássi á vevmátingarlistanum.