Vika 40/2009 dagførd á vevmátingarlistanum.

Tað hendir nakað á 7. 8. 9. 10. og 11. plássi á føroyska vevmátingarlistanum. nordlysid.fo er á 7. plássi og myndasavnið á nordlysid.fo hevur av og á stóran áhuga. Í viku 40. hevur óivað eitthvørt havt stóran áhuga, tá nordlysid.fo hevði 181.469 sýndar síður.

 

Á 8. plássi er ft.fo, sum hevur fingið nýggja heimasíðu og tað sæst aftur í hagtølunum, tá ft.fo tekur so rudduligt egið met við 34.684 sýndum síðum. ssl.fo er á 9. plássi og hevur havt framgongd á øllum økjum síðani ssl.fo kom á vevmátingarlistan.

 

mess.fo er á 10. plássi og hevur havt støðuga framgongd síðani viku 34/2009. sms.fo er á 11. plássi á vevmátingarlistanum.