25/10/2007
Vika 42/2007 er nú dagførd.
Loksins er vevmátingarlistin fyri viku 42/2007 dagførdur. Øll Modernus skipanin verður dagførd, og tí nógvar seinkingar.
simprentis.com ger veruligt hol í sjógvin, og tekur so rudduliga egið met á øllum økjum. framtak.fo hevur eisini stóra øking í prosentum og egin met. synergi.fo hevur eisini stóra øking í prosentum, og her er tað helst stóra lívsstílsstevnan sum verður í vikuskiftinum.
starv.fo er á 5. plássi í prosent øking og husamekling.fo á 6. plássi. kikarin.com á 7. plássi.
Annars er áhugavert at síggja, at ein síða sum hfs.fo heldur tørn, so tað at kunna um eina heimasíðu má sigast at eydnast sera væl.
kagi.fo er nýggj á vevmátingarlistanum og kemur inn á 32. pláss. Somuleiðis er nora.fo eisini nýggj, og kemur inn á 67. pláss.