Vika 44/2008 á vevmátingarlistanum dagførd við rúgvu av metum.

Enn ein vika við eini rúgvu av nýggjum metum. olivant.fo tekur enn einaferð egið met við 59.162 brúkarum. Nú narkast olivant.fo teimum 60 túsund, sum er tvær ferðir so nógv sum olivant.fo hevði fyri eini tveimum árum síðani. nummar.fo tekur enn einaferð egið met á øllum økjum og hevði 14.437 brúkarar í viku 44/2008. dimma.fo letur ongan iva verða um, at dimma.fo ætlar sær at vera við í oddinum. dimma.fo er nú komin upp á 12.970 brúkarar, sum er nógv tað mesta dimma.fo nakrantíð hevur havt.

 

sms.fo brúkar veruliga sína heimasíðu og tekur enn einaferð egið met. Hesarferð við vitjanum. floghavn.fo tekur eisini so rudduliga egið met við brúkarum.

 

Dating á netinum er meira og meira vanligt.� Í øllum førum um vit hyggja eftir tølunum hjá faroedating.fo. faroedating.fo tekur egið met á øllum økjum og hevði 1.970 brúkarar í farnu viku.

 

Tað er ikki bert nummar.fo, sum hevur góðar tíðir. nr.fo tekur eisini egið met í farnu viku við brúkarum.

 

Blaðstjórin á Vinnuvitan og vinnuvitan.fo Óli á Deild Olsen takkaði fyri seg í farnu viku og vinnuvitan.fo hevði næstmest brúkarar nakrantíð í farnu viku. synergi.fo tekur egið met, bæði við vitjanum og sýndum síðum.� lindin.fo tók egið met í vitjanum. blakross.fo tók so ruddiliga egið met á øllum økjum.

 

Far inn á vevmátingarlistan og trýst á ymisku hagtølini fyri ymisku síðurnar.