Vika 46/2008 dagførd. Nummar 14.658 ferðir, ella 2,4 ferðir hvør.

nummar.fo tekur egið met á øllum økjum. nummar.fo hevði 14.658 brúkarar í viku 46/2008 og 35.477 vitjanir, ella hvør brúkari var 2,4 ferðir inni á nummar.fo hvør. nummar.fo 199.044 sýndar síður. Gongdin hjá nummar.fo sigur okkum, at tænastunar á vevinum verða meira og meira nýttar. nr.fo tekur eisini egið met, bæði við brúkarum og vitjanum. Hvør brúkari hjá nr.fo var 1,5 ferðir inni á nr.fo.

 

At tænastunar á vevinum ella internetinum verða meira og meira nýttar er uf.fo eisini gott dømi um. uf.fo hevði øking við 34,0% í brúkarum, 38,3% í vitjanum og 86,1% í sýndum síðum. (Far inn á vevmátingarlistan og týst á hagtølini fyri ymisku síðurnar). Óivað er tað kommunuvalið 11. november 2008, sum er ein av høvuðsorsøkunum til tað.

 

nordlysid.fo tók egið met í vitjanum í farnu viku. Tað kann eisini vera kommunuvalið, sum er ein av� orsøkunum til tað.� Í Klaksvík var áhugavert val.

 

hfs.fo er á 11. plássi á vevmátingarlistanum og er eisini sera gott dømi um, at tað ber til at kunna á netinum.

 

hvonn.fo tekur egið met so rudduliga á øllum økjum. Tekin um stóra áhugan fyri jólaborðhaldum, og eisini eitt gott dømi um, at føroyingar veruliga nýta heimasíður og vevin fyri at kunna seg um ymiskt. Rættuliga áhugaverd hagtøl hjá hvonn.fo. hvonn.fo er á 23. plássi á føroyska vevmátingarlistanum og á 24. plássi er hotelforoyar.fo.

 

mission.fo tekur so rudduliga egið met í sýndum síðum. Óivað onkrar áhugaverdar myndir á mission.fo. nordfra.fo hevur ikki nøkur met og helst ikki ávirka av mongu jólaborðhaldunum, men nordfra.fo er áhugavert dømi um heimasíðu, sum hevur støðuga framgongd.

 

gartnari.com vfg.fo antares.fo eiði.com eru í niðara enda á vevmátingarlistanum, men tær hava allar stóra framgongd í farnu viku.