Vika 48/2008 dagførd á vevmátingarlistanum.

gransking.fo á 41. plássi og genealogi.fo á 45. plássi, taka báðar� egið met við sýndum síðum. nordfra.fo er eisini ein av heimasíðunum, sum hava stóra framgongd. nordfra.fo hevur bannara á olivant.fo og vanliga virka bannarar væl og økja ferðsluna munandi. Vónandi er tað ikki bert ferðslan, sum økist, men eisini sølan, um tað er endamálið við bannaranum.

 

Eiturkoppur ger sær nót, ella eiturfon,� at veiða flugur o.tíl. í.� Er tað ein heimasíða, sum vil verða nýtt ella væl vitjað, so ræður um at vera við á nótini, ella har “hinar” heimasíðurnar eru og hava leinkjur við bannarum ella tilvísingum. Tað eru mong dømi frá vevmátingarlistanum, at www.nym.fo hevur sent síður upp eftir listanum, eins og íslendska b2.is, sum er nr 15 á North Atlantic List.