Virknir vevmátingarlistar.

Tað hendir sanniliga nakað á vevmátingarlistunum. Flestu síðurnar taka egið met og fleiri av síðunum á listunum hava gjørt munandi broytingar seinastu tíðina. Uttan at taka nakað frá nakrari av síðunum, so er støði munandi hægri nú, enn tá vevmátingarlistin byrjaði á vári í 2005. Bæði so og so.

 

 Far inn á ein av vevmátingarlistunum sum verða dagførdir mánadag. Heilt víst eru broytingar á listunum ella størri broytingar við onkrari av síðunum á listanum.

 

 Vevmátingarlistarnir eru eisini munandi broyttir síðani fyrsti listin varð almannakunngjørdur á vári 2005.

 

 Fylg við menningini av føroysku heimasíðunum á vevmátingarlistunum.