Vísitalið hækkar aftur

Vísitalskanningin ella Konjunkturbarometrið, sum Gallup Føroyar ger vegna Fíggjarmálaráðið og Hagstovuna er hækkað úr 16 í juni 2016 upp í 31 í januar 2017. Talið er samlað fyri 5 kanningar innan ávíkavist økini tilfeingið, tænastur, byggivinnu, handilsvinnu og privatbúskapur.

Tað eru serliga úrslitini frá kanningunum fyri tilfeingisvinnur/annan ídnað og tænastuvinnurnar, ið hevur jaliga ávirkan á samanvigaða vísitalið hesaferð, meðan brúkaravísitalið og vísitalið fyri byggivinnuna eru nærum óbroytt. Einans vísitalið fyri handilsvinnuna fellir í mun kanningina frá juni í fjør.

Hendan kanningin verður gjørd hvørt ár í januar og juni.

Samanvigað vísital
Við støði í vísitølunum frá øllum fimm kanningunum verður eitt samanvigað vísital roknað við fylgjandi vektum:

1. Vísital frá brúkarakanningini: 20% 
2. Vísital frá kanningini av tilfeigisvinnum og øðrum ídnaði: 40%
3. Vísital frá kanningini av byggivinnu: 5%
4. Vísital frá kanningini av handilsvinnu: 5%
5. Vísital frá kanningini av tænastuvinnuni: 30%

Eitt samanvigað vísital kann liggja millum pluss 100 og minus 100