Vísitalið, januar 2019

Tølini frá Vísitalskanningini hjá Hagstovuni fyri januar 2019 eru almannakunngjørd. Treystitalið er hesaferð 21 og er framvegis oman fyri miðaltalið fyri allar kanningarnar, ið gjørdar eru síðani 2006. 

Treystitalið er tað samanvigaða vísitalið frá fimm spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár. Gallup Føroyar stendur fyri kanningunum. Treystitalið er minkað eitt vet, og ein lítil afturgongd sæst í tilfeingisvinnuni, byggivinnuni og handilsvinnuni, meðan vísitølini hjá brúkarunum og tænastuvinnuni er nærum óbroytt.