
16/02/2016
Vísitalið minkað úr 23 til 20 stig síðan juni 16
Hagstovan hevur 15. februar 2016 kunngjørt nýggjastu konjunkturkanningina, sum Gallup Føroyar ger vegna Hagstovuna. Úrslitini úr seinastu konjunkturkanningini eru tøk í hagtalsgrunninum. Yvirskipaða vísitalið, ið vit nevna samanvigaða vísitalið, vísir eina minking frá 23 til 20 síðan juni í fjør, og er støðið sostatt tætt við miðal á 17 stig síðan januar 2006. Í tíðarskeiðinum undir fíggjarkreppuni fall vísitalið munandi, men vaks síðan nærum áhaldandi til á sumri 2014, tá vísitalið aftur var í hæddini, men hevur í seinastu trimum kanningunum ligið tætt við langtíðarmiðal.
Samanvigað vísital
Við støði í vísitølunum frá øllum fimm kanningunum verður eitt samanvigað vísital roknað við fylgjandi vektum:
1. Vísital frá brúkarakanningini: 20%
2. Vísital frá kanningini av tilfeigisvinnum og øðrum ídnaði: 40%
3. Vísital frá kanningini av byggivinnu: 5%
4. Vísital frá kanningini av handilsvinnu: 5%
5. Vísital frá kanningini av tænastuvinnuni: 30%
Eitt samanvigað vísital kann liggja millum pluss 100 og minus 100.