Vísitalskanningin í juni 2013

Vísitalskanningin
(Konjunkturbarometrið) hjá Fíggjarmálaráðnum byrjaði mánadagin 3. juni og
heldur fram í tvær vikur. Hendan vísitalskanningin verður gjørd tvær ferðir um
árið og gevur eina mynd av, hvussu nakrir lyklabólkar í samfelagnum meta um
gongdina í búskapinum. Hitt samlaða sonevnda treystitalið sigur nakað um,
hvussu brúkarar og ymiskir vinnubólkar meta, at tíðirnar eru.

Vísitalskanningin er ein kanning, sum er gjørd millum fimm bólkar:

– Brúkarar, har Gallup Føroyar spyr 500-600 tilvildarliga vald húski um síni
peningaligu viðurskifti
– Fýra vinnubólkar, har eitt fast úrval av virkjum, ið umboða hvønn sín
vinnubólk, verða spurd um ymiskt í sambandi við keyp og sølu, arbeiði og tílíkt.
Teir fýra vinnubólkarnir eru tilfeingisvinna, byggivinna, handilsvinna og
tænastuvinna. Øll, sum luttaka eru anonym.

Tøl av hesum slag hava leingi verið nýtt í londunum rundan um okkum sum ein av
ábendingunum um, hvussu konjunkturarnir eru og fara at verða. Spurningarnir
eru teir somu, sum verða brúktir í øllum teimum tríati londunum, ið luttaka í
ECFIN-samstarvinum, og mátin, ið nýttur verður at gera kanningarnar upp, er
eisini tann sami.

Fíggjarmálaráðið almannakunnger úrslitið av vísitalskanningini í juli.