Vitjanartalið hjá føroysku heimasíðunum er tvífaldað

 

 

Tað er nevniliga tvífaldað seinastu trý árini. Hyggur man at viku 21/2005 eru nakrar síður, sum ikki eru á listanum í dag og umvent. Men hyggur man at tølunum, átti fyrstaplássið uml. 26.000 vitjandi, og í dag átti sama síðan yvir 51.000 vitjandi brúkarar í vikuni – sum so var í farnu viku. Longur niður man kemur niður at listanum, sýnist talið bara at vaksa.

Heimasíðutalið á listanum í viku 21/2005 var 38. Í dag er tað 73.

Tann nýggjasta síðan á Vevmátingarlistanum eitur hotel-runavik.fo. “Vitjanarbarometrið” er ikki komið heilt uppá pláss enn, og tí mátar listin ongar vitjanir.

Síðurnar sum tóku egið met í farnu viku vóru gransking.fo, stamps.fo og framtak.fo og ft.fo, sum tóku seg mest fram.