Vodafone.fo fór niður aftur – tó uttan stórvegis broyting

 

Vit taka í aftur, hvar vit steðgaðu í farnu viku – vodafone.fo og ft.fo stríðast framvegis. Tó so fór kappingarneytin hjá ft.fo nakað niður í farnu viku.
Sambært mátingum Vevmátingarlistans hevði vodafone.fo eina afturgongd á uml. 20 prosent, men hetta hevði ikki stórvegis árvirkan á topp 10 listan. Vodafone.fo er einn frammanfyri kappingarneytanum, men bert eitt vet. Vit halda framvegis eyguni við báðar síðurnar.

Síðurnar, sum tóku egið met í farnu viku vórðu antares.fo, postverk.fo, kagi.fo, nr.fo og nummar.fo. Fleiri hagtøl um síðurnar eru at finna her.